Ríkisfundur í Aalborg í komandi viku

Í komandi viku fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum til Danmarkar.

Mynd: Løgmálaráðið
Ragnar Sjúrðarson
23. august 2024 kl. 12:35

Løgmálaráðið:

Mánadagin 26. august er ríkisfundur, og týsdagin 27. august er fundur í samstarvsráðnum.

 

Ríkisfundur í Aalborg 

Londini skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og við ársbyrjan tók Danmark yvir formansskapin frá Grønlandi. Ríkisfundurin hesa ferð verður hildin í Aalborg, heimstaði hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra.  

Til ríkisfundin luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Tey trý fara at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.

- Sum eg segði í ólavsøkurøðuni í ár, vilja vit í nógv størri mun umboða okkara egnu áhugamál úti í heimi og víðka rásarúmið á uttanríkispolitiska økinum. Allir flokkar eru samdir um, at Føroyar eiga at hava sjálvstøðugan limaskap í viðkomandi altjóða felagsskapum. Vit hava í nógv ár viðgjørt støðuna saman við donsku stjórnini, uttan nakað úrslit er komið burturúr. Mín vón er, at vit á fundinum í Aalborg nú kunnu koma víðari, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður

Fundur í samstarvsráðnum

Týsdagin 27. august verður fundur í samstarvsráðnum, har eisini landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og landstýrismaðurin í lógarmálum luttaka saman við viðkomandi donskum og grønlendskum ráðharrum.

Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.

Tíðindafundur 

Eftir fundin í samstarvsráðnum, verður almennum tíðindafundur, har løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, luttaka.

Tíðindafundurin byrjar kl. 13 føroyska tíð.