Ríkið (Riget) er ein donsk sjónvarpsrøð í átta pørtum, sum Lars von Trier gjørdi í 1994 og framleiddi saman við Morten Arnfred. Teir fyrstu fýra partarnir vórðu vístir á DR1 í 1994 og hinir partarnir, við heitinum Riget II, vórðu vístir í 1997.
Sjónvarpsrøðin varð eisini víst í Føroyum hjá Kringvarpinum. Leikgongdin gongur fyri seg á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, sum av mongum verður nevnt Riget, harav kemur eisini heitið á sjónvarpsrøðini.
Nú endurreisir sjónvarpsrøðin, Ríkið, seg fyri triðju og seinastu ferð. Hetta upplýsir Zentropa og Nordic Entertainment Group, ið stendur aftanfyri stroymingartænastuna Viaplay, í einum tíðindaskrivi.
Útyvir Zentropa og Viaplay er eisini DR við sum framleiðari til nýggju partarnar av Ríkinum, sum hevur fingið heitið “Riget Exodus”.
Teir nýggju partarnir verða eitt sjálvstøðugt verk, so ikki er neyðugt at síggja teir átta partarnar frammanundan, fyri at kunna fylgja við í søgugongdini, hóast tað altíð er ein fragd at síggja Stig Helmer (Ernst-Hugo Järegård), yvirlækna, spíla seg listaliga út, har hann gjørdist kendur fyri sín setning: Danskjävlar!
Ernst-Hugo Järegård andaðist 6. september í 1998.
Einki verður sagt, hvør fer at spæla við í nýggju pørtunum av Ríkinum, men sambært Nordic Entertainment Group, so vera tað bæði væl kend nøvn við og eisini heilt nýggj nøvn, vit ikki hava sæð á løriftinum áður.
“Riget Exodus” verður væntandi víst á Viaplay í 2022, og verður so send á DR eftir tað.
Ríkið hevur vunnið fleiri virðislønir, eitt nú fýra Bodil virðislønina og seks Robert virðislønina.
Meðan vit bíða eftir, at sjónvarpsrøðin skal verða send í 2022, so kunnu vit stytta okkum løtuna saman við Stig Helmer, ið kikar móti Svøríki og kjarnorkuverkinum í Barsebäck frá takinum á Ríkinum, har hann tekur so rámandi til:
- Med plutonium tvingar vi dansken på knä.
- Danmark: utskitet av kalk och vatten. Och där: Sverige, hugget ur granit!