Rík fólk kring heimin fara á marglætiskoppsetingarferðir

Bretsk marglætisferðaskrivstova og lívstílstænasta selur koppsetingarferðir til Dubai og Abu Dhabi

Ari av Rana
21. januar 2021 kl. 15:38

Meðan størsti parturin av heiminum bíðar eftir at sleppa at koppseta seg móti koronusmittuni, eru summi, sum gjalda fyri eina koppseting. Og ikki nokk við tí, so gjalda tey samstundis fyri eina marglætisferð.

Tað er bretska marglætisferðaskrivstova og lívstílstænastan “Knightsbridge Circle”, sum bjóðar marglætisferðir til Dubai og Abu Dhabi, har kundarnir kunnu lata seg koppseta.

Ein av stovnarunum av Knightsbridge Circle, Stuart McNeill, sigur við bretska The Telegraph, at tað er sum um, at tey eru undangongufólk innan hetta slagið av luksuskoppsetingarætlanum.

- Tú ert burtur í nakrar vikur, har tú býrt í marglætishúsi, fær sól og verður koppsettur.

Tey, sum keypa ferðirnar eru limir í Knightsbridge Circle og higartil hava 20 prosent av limunum verið ein túr í Dubai ella Abu Dhabi. Ferðirnar kosta upp móti 330.000 krónur. Harafturat kostar tað yvir 200.000 krónur um árið, at verða limur í Knightsbridge Circle.

Á slíkum túrum flýgur ein í privatum flogfari, býr á luksushúsum við svimjihyli, hevur privatar kokkar og húsarhaldsfólk.

Skulu verða yvir 65 ár

Nógv eru, sum seta spurnartekin við um tað er rætt, at ríkfólk kunnu fara til onnur lond at keypa sær koppseting. Stuart McNeill sigur, at fyri at tey kunnu verja slíkar ferðir, hava tey avgjørt, at tað bert eru limir yvir 65 ár, sum kunnu keypa hesar marglætisferðirnar.