Næstan 15 ár eru gingin, síðan Tony Blair fór úr Downing Street 10, men nú er fyrrverandi forsætisráðharrin í Stórabretlandi komin á ein fínan lista: Hosuband-felagsskapurin. Í hesum felagsskapinum kunnu ongantíð vera meira enn 24 limir, ið ikki eru kongalig.
Sir Tony, sum hann nú verður nevndur, er 21. limurin í hesum felagsskapinum. Fyrrverandi forsætisráðharrin í Stórabretlandi varð sligin til riddara av drotning Elizabeth II til eitt serligt hátíðarhald hjá drotningi á nýggjárinum.
Men tað eru ikki øll, ið eru samd um hesa avgerð. Í skrivandi stund hava næstan ein millión fólk skrivað undir eitt mótmæli, har heitt verður á forsætisráðharran Boris Johnson um at yvirtala drotningina til at taka tittulin frá Sir Tony aftur.
Orsøkin, hví fólk vilja hava Sir Tony til at missa sín tittul er, at fleiri geva fyrrverandi forsætisráðharranum skuldina fyri, at Stórabretland fór inn í kríggi í Irak í 2003.
Tony Blair: – Hetta er ein æra
Fyrrverandi Labour-leiðarin, Tony Blair, sum hevði lyklarnar til Downing Street nummar 10 í tíggju ár – frá 1997 til 2007 – kenir tað sum ein heiður, at hann nú er sligin til riddara.
– Hetta er ein æra at verða útnevndur til riddara av hesum stórbæra felagsskapi. Tað var ein stór æra at vera forsætisráðharri, og eg vil gjarna takka øllum teimum, ið arbeiddu saman við mær, verður Sir Tony siteraður fyri í Independant.
Sir Tony gjørdist leiðari í Labour-flokkinum í 1994 og førdi flokkin til stórsigur á valinum í 1997.