Richard Thaler fingið Nobelheiðurslønina í búskaparfrøði

Amerikanski búskaparfrøðingurin er kendur fyri síni ástøði um atferðarbúskap

Guðrun í Jákupsstovu
9. oktober 2017 kl. 14:01

Kendi, amerikanski búskaparfrøðingurin, Richard Thaler, hevur júst fingið Nobelheiðurslønina í búskaparfrøði. Tað skrivar BBC.

Thaler abeiðir  á amerikanska universitetinum, University of Chicago Booth, har hann undirvísir í búskaparfrøði. Hann er ein av rithøvundunum til bókina "Nudge", ið hyggur at hví og hvussu fólk taka ringar avgerðir.

Bókin "Nudge" hevur sostatt skapt ástøðið, "Nudge theory", ið skal hjálpa fólki at taka betri búskaparligar avgerðir.

Í grundgevingini hjá dómsnevndini fyri Nobelheiðurslønina, siga tey millum annað, at arbeiðið hjá Thaler hevur varpað ljós á sálarligar orsøkir til búskaparligar avgerðir hjá fólki. Og hetta arbeiðið hevur verið slóðbrótandi innan økið atferðarbúskap.

Richard Thaler fekk, umframt Nobelheiðurslønina, tað sum svarar til 9 svenskar milliónir fyri heiðurin. Thaler segði skemtandi, at hann ætlaði sær at brúka pengarnar so óskynsamt sum gjørligt.