Í sløk 15 ár hevur fransmaðurin Franck Ribéry verið partur av toppinum í altjóða fótbólti, men nú leggur hann gaggurnar á hillina.
Vongurin er ikki ungur longur og nú orkar knæið ikki meir. Hesum greiður hann frá í sjónbandi á sosiala miðlinum Twitter.
- Hóast eg havi roynt teir síðstu tríggjar mánaðirnar, er pínan í knænum bert versnað, og læknarnir hava givið mær greið boð: Eg havi einki annað val enn at halda uppat við at spæla og harvið enda mín yrkisleið sum fótbóltspælari, sigur Franck Ribéry í sjónbandinum. Sostatt er hann noyddur at gevast alt fyri eitt, hóast kappingarárið als ikki er liðugt enn.
Franck Ribéry leikti síni bestu ár fyri týska størfelagið Bayern Munich. Síðan hevur hann roynt seg í ítalienskum fótbólti. Fyrst í Fiorentina og síðan í Salerntana.
Hann var eisini fastur maður á landsliðnum í fleiri ár, millum annað var hann við í franska hópinum, sum náddi í HM-finaluna í 2006. Frankaríki tapti síðan finaluna ímóti Italia. Hann valdi at gevst á landsliðnum í 2014, men náddi hóast alt at spæla 81 dystir og skoraði 16 mál fyri Frankaríki.
Táverandi liðskiparin á enska landsliðnum, Steven Gerrard, roynir at takkla Franck Ribéry. Liðini møttust í EM-bólkaspælinum í 2012. (Mynd: EPA).
Robbery
39 ára gamli fransmaðurin hevur havt eina risa yrkisleið, har hann hevur verið við til at vunnið nógv og stór meistaraheitir.
Í heili 12 ár leikti hann fyri størsta felagið í Týsklandi, Bayern Munich, har hann saman við hollendska vonginum Arjen Robben í fleiri ár myndaði vandamiklasta álopið í altjóða fótbólti. Saman fingu teir eyknevni “Robbery”.
Í tíggju ár leiktu Robbery í Bayern Munchen saman. (Mynd: EPA-EFE).
Hæddapunktið í yrkisleið hansara var óivað í 2013, tá hann saman við Bayern Munchen megnaði at vinna týska meistaraheitið, týsku steypakappingina og Champions League, ið er kappingin fyri størstu feløgini í Evropa.
Hann spældi so mikið væl tað kappingarárið, at hann í august 2013 vann heiðurin sum ársins leikari hjá Uefa. Tó eydnaðist tað honum ikki at vinna Balon d’Or-heiðurin. Ístaðin fyri fór argentinski Lionel Messi avstað við heiðrinum.
Samanlagt vann Franck Ribéry níggju meistaraheiti og seks steypakappingar við Bayern Munchen.