Reyvin á Ever Given leys

Tað verður kortini ikki bara sum at siga tað, at fáa stóra fraktskipið leyst aftur

Steinar Patursson
29. mars 2021 kl. 14:30

Reyvin á stóra fraktskipinum, Ever Given, er nú leys aftur, og farið verður aftur undir at loysa skipið seinni í dag.

Tað siga fleiri altjóða miðlar, teirra millum BBC.

Tað er eydnast at fáa reyvina á skipinum góðar 100 metrar frá landi, men Smit Salvage, hollendska bjargingarfelagið, ið hevur roynt at fáa skipið á rætta kós aftur, sigur, at tað verður ikki bara sum at siga tað, at rætta alt skipið upp.

Tað er næstan ein vika síðani, at Ever Given legðist upp á tvørs í Suez kanalini, og hóast fleiri royndir at fáa skipið leyst, bæði við sleipibátum og við gravimaskinum, er einki eydnast fyrr enn í dag.

Ætlanin er nú at spula vatn við høgum trýsti undir gronina á skipinum fyri at fáa sandin undan, men eydnast tað ikki, verður neyðugt at flyta farm av skipinum, áðrenn skipið fæst leyst aftur.

Umborð á Ever Given eru um 18.000 bingjur, og sunnudagin varð farið undir at fyrireika at flyta bingjur av skipinum.

Hildið verður, at nógvur vindur og vánaligt sýni orsakað av sandi gjørdi, at Ever Given misti kósina týsdagin í farnu viku og skoraði seg inn í sandbakkan á aðrari siðuni. Ever Given legðist síðani upp á tvørs í kanalini og forðaði fyri, at onnur skip sluppu ígjøgnum.

Og tað er ikki hissini førningur, ið bíðar eftir at sleppa ígjøgnum. Sambært Lloyds List, ið er hevur serfrøði innan shipping vinnuna, verða um 60 milliardir krónur av handilsvøru fluttar gjøgnum kanalina hvønn dag – handilsvørur, sum í løtuni bert bíða eftir at sleppa framat.

Lloyds List hevur eisini boðað frá, at felagið hevur fingið fleiri fráboðanir um skip, ið hava lagt leiðina suður um Afrika, nú farleiðin til Miðjarðarhavið er stongd. Tann ferðin er umleið tvær vikur longri, sigur BBC.