Tað er ikki farið aftur við borðinum í íslendskum fjølmiðlum, at Føroyar hava fingið nýggjan tjóðarleikvøll, nú fjórða og seinasta byggistig í arbeiðinum hjá Fótbóltssambandinum og Tórshavnar kommunu at dagføra Tórsvøll – soleiðis at hann lýkur krøvini hjá UEFA til at gerast sokallaðar kategori 4 leikvøllur, ið er ásetingin hjá UEFA fyri vøllir til altjóða dystir – er við at koma undir land.
Samlaði kostnaðurin fyri Tórsvøllur-verkætlanina er 118 milliónir krónur, ið Tórshavnar kommuna og FSF rinda í felag, umframt stuðul frá Hattrikk-grunninum hjá UEFA.
Kjakið í Íslandi hevur javnan verið uppi at byggja ein nýggjan tjóðarleikvøll, og kjakið er enn einaferð kyknað aftur, eftir at Føroyar og Ísland leiktu vinadyst á Tórsvølli herfyri, har Tórsvøllur varð nógv róstur av íslendsku landsliðspælarum.
Ein ítøkilig verkætlan finst um nýggjan tjóðarleikvøll í Reykjavík, sum verður mettur at fara at kosta umleið 750 milliónir krónur, men kommunan í Reykjavík er ikki sinnað at gjalda sín part av verkætlanini, ið er ein líknandi loysn, sum Tórshavnar kommuna, FSF og Hattrikk-grunnurin hava havt. Í íslendsku ætlanini eru tað KSI (íslendska fótbólttssambandið, red.), Reykjavíkar kommuna og íslendski landskassin, sum eru partar av verkætlanina.
Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Benediktsson, heldur, at tað verður trupult at byggja ein nýggjan tjóðarleikvøll, um Reykjavík ikki er sinnað at gjalda ein part av útreiðslunum, eins og Tórshavnar kommuna hevur gjørt tað í Føroyum.
– Tað, sum kanska er komið fram í ljósmálan nú er, at Reykjavík ikki er sinnað at gjalda sín part. Tað er týdningarmikið at vita í hvønn mun býurin Reykjavík sær fyrimunirnar í at hava ein tjóðarleikvøll í Reykjavík og í Laugardali. Hetta kom ikki nóg klárt fram í samskifti okkara millum seinast, og tí eru vit noydd at greina tær avbjóðingar, sum vit standa yvirfyri, sigur Bjarni Benediktsson í samrøðu við Morgunblaðið í gjár.
Laugardalsvøllur, ið kann taka 9.800 áskoðarar, varð bygt í 1957, men hevur síðani tá verið umbygt nakrar ferðir. Tað livir ikki upp til krøvini hjá UEFA til at vera eitt kategori 4 leikvøllur.
Nýggi tjóðarleikvøllurin skal eftir ætlan taka millum 15.000 og 17.500 áskoðarar.
Her eru nøkur av uppskotunum, hvussu nýggi Laugardalsvøllurin skal síggja út: