Reyðu kortini eru øgiliga dýr

Tað vóru smáu marginalirnir, sum koppaðu ímóti KÍ, sum nú bara hevur heimligu kappingina at hugsa um

Mynd: KÍ
Jóannes Hansen
29. august 2024 kl. 23:38

Tað verður einki føroyskt lið í europeiskum bólkaspæli í fótbólti í heyst. Tað varð staðfest í finska høvuðsstaðnum Helsingfors í kvøld, tá ið HJK Helsinki vann 2-1 ímóti KÍ og fer víðari í Conference League við málmuninum 4-3.

Hetta er stórt vónbrot hjá KÍ, tí tá ið hugt verður aftur á báðar dystirnar ímóti finska liðnum, so eru tað smáir marginalir og so tvey reyð kort, sum eru orsøkin til, at tað er HJK Helsinki og ikki KÍ, sum heldur fram í kappingini.

Tá ið havt verður í huga, at KÍ hevði møguleika í Europa League ímóti FK Borac Banja og so ímóti HJK Helsinki í Conference League, so er tað skjótt at halda, at í hvussu so er í øðrum førinum átti KÍ at vunnið og harvið spælt seg í bólkaspæl. Hvørki av hesum liðunum avrikaði betur, enn KÍ gjørdi.

Ímóti FK Borac Banja vann KÍ 2-1 á heimavølli og á útivølli var neyðugt við longdari leiktíð. Eftir vanliga leiktíð var 2-1 til heimaliðið, sum skoraði eitt mál í longdu leiktíðini.

Og í kvøld var KÍ frá 57. minutti, tá ið Árni Frederiksberg enn einaferð skoraði rimmar mál og fram til tá ið vanliga leiktíðin var farin, frammanfyri 1-0. Í longum løtum hevði KÍ bóltin, og spælararnir vístu tol og tryggleika í samanspælinum.

René Shaki Joensen varð sjey minuttir undan leikloki útvístur á Tórsvølli, og í kvøld var Céderic Yambéré útvístur, tá ið ein lítil hálvur tími var eftir. Tað vil siga, at KÍ í meiri ein triðing av tíðini ímóti finska liðnum spældi 10 ímóti 11. At finska liðið skoraði trý av fýra málum í tíðini, sum dómarin legði aftrat – tvey í kvøld og eitt á Tórsvølli – hevur heilt víst nakað við tað at gera, at KÍ var so leingi undirmannað.

Ein annar lutur at leggja til merkis, sum ivaleyst hevur órógvað, er allar skiftingarnar, sum hesi bæði kvøldini vóru í miðverjuni. Í kvøld varð ein spælari skiftur út í steðginum, og ein annar sá reytt, tá ið ein lítil hálvur tími restaði. Hóskvøldið í síðstu viku vóru Céderic Yambéré og Alexander Berntsson í miðverjuni saman við René Shaki Joensen, sum sá reytt.

Hóast allar broytingarnar og hóast reyðu kortini sá tað í kvøld út til, at KÍ fór at megna at vinna seg víðari. So var tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at bæði málini vórðu skorað, ið kostaðu luttøku í deildarspælinum og í minsta lagi 20 milliónir í inntøku.

Buetursæð frá teimum báðum innleggunum, sum bóru málini við sær, hevði heimaliðið í Helsingfors ongan upplagdan málmøguleika. Mark F. Jensen var ongantíð kroystur til at stórbjarga, og tað ger vónbrotið uppaftur størri.

Sunnudagin fer KÍ at spæla á heimavølli ímóti Skála. Síðsta sunnudag gekk tað akkurát á heimavølli ímóti EB/Streymi. Eisini ta ferðina spældi KÍ í ein hálvan tíma við 10 ímóti 11, tí Albert Ejupi varð vístur av vølli.

 

HJK Helsinki – KÍ 2-1 (0-0)

Europa Conference League

Hósdagin 29. august 2024 kl. 17.00 á Helsinki Football Stadium í Helsingfors

0-1: Árni Frederiksberg 57.

1-1: Diago Tomas 91.

2-1: Lee Erwin 93.

HJK Helsinki samantaldur vinnari 4-3

Dómarabólkur úr Ísrael: David Fuxman, Omer Barbiro, Tuval Koltunoff og Yoav Avraham Mizrachi (4. dómari)

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Céderic Yambéré, Heini Vatnsdal (Odmar Færø, 46.), Alexander Berntsson, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, Albert Ejupi (Deni Pavlovic, 71.), Hallur Hansson (Joseph Michael Williams, 95.), Kristoffer Ødemarsbakken (Mads Bo Mikkelsen, 83.) – Páll A. Klettskarð

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Jákup B. Andreasen, Dan í Soylu, Børge Petersen, Pætur J. Petersen, Ahmed Latif, Claus Philip Kronberg

Gult kort: Mads Bo Mikkelsen, Patrick Da Silva

Reytt kort: Céderic Yambéré 59. (beinleiðis reytt)

Venjari: Espen Haug