Sum nakað nýtt fer Reyði Krossur at skipa fyri einari summarlegu. Fyrsta summarlegan verður í B68 húsinum 14.-19. juli 2024. Legan er ætlað børnum í aldrinum 9-12 ár úr sosialt og fíggjarliga sárbærum familjum, umframt børnum, ið av ymsum ávum mistrívast, og sum hava tørv á góðum summarminnum saman við øðrum børnum og við vaksnum, sum hava tíð, orku og hug at geva umsorgan og nærleika.
Leguskráin verður bæði stuttlig og fjølbroytt, og vit leggja stóran dent á, at okkurt er fyri øll. Vit fara m.a. útferðir, at svimja, at hava ymiskar kreativar verkstovur og at syngja, spæla og hugna okkum saman. Pláss verður fyri 24 børnum í aldrinum 9-12 ár.
Reyði Krossur leitar eisini eftir sjálvbodnum hjálparfólki til leguna, og skriva soleiðis á heimasíðuni:
Vit hava tørv á hjálparfólki, bæði til at taka sær av børnunum og til at gera mat, og fólki at fyrireika saman við leguleiðsluni.
Sum sjálvboðin handlar tað um at vera saman, skapa góðan felagsskap og geva børnunum góðar upplivingar, nýggj vinaløg og mót uppá lívið. Sum sjálvboðin er ein eisini við til at gera stuttligar aktivitetir, at hava góðu prátini, handfara ósemjur og geva børnunum og hinum sjálvbodnu nógv klemm og high fives.
So óansæð um tær dámar at rokast og spæla uttandura, ella um tær dámar betur at sita inni og tekna og spæla borðspøl, so ert tú vælkomin við á legu. Vit, eins og børnini, eru øll ymisk, og tað skal tað vera pláss fyri.
Nakað áðrenn leguna verður ein fyrireikingardagur, har tey sjálvbodnu saman við leguleiðsluni leggja leguna til rættis, hugna sær og læra hvønn annan at kenna.
Tilmeldingin letur upp 27. mars og seinasta freist at søkja um at vera sjálvboðin er 14. apríl. Samrøður vera leypandi og miðað verður eftir at øll, sum søkja um at vera sjálvboðin, fáa svar uppá umsóknina í seinasta lagi 19. apríl.
Les nærri um at vera sjálvboðin og tekna teg her.