Ongi úrslit

Revsingin herd í stórum rúsevnismáli

Føroya Politi
2 tímar síðan

Stóra málið um smugling av umleið 4 kg av amfetamini, sum var fyri í Føroya Rætti í mars, hevur seinastu dagarnar verið viðgjørt í Eystara Landsrætti í Keypmannahavn. Endaligur dómur varð sagdur á middegi í dag, og landsrætturin herdi tríggjar av fýra dómum.

Herdir dómar í landsrættinum

Ein maður, sum varð frídømdur í Føroya Rætti, varð dømdur 8 ára fongsulsrevsing í landsrættinum, og harumframt fingu tveir av hinum dømdu eina herda revsing.

Dómarnir í landsrættinum fullu soleiðis:

· 32 ára gamal maður: 7 ára fongsulsrevsing (6 ára fongsulsrevsing í Føroya Rætti)

· 41 ára gamal maður: Staðfesting av dómi (11 ára fongsulsrevsing í Føroya Rætti

· 46 ára gamal maður: 8 ára fongsulsrevsing (7 ára fongsulsrevsing í Føroya Rætti)

· 44 ára gamal maður: 8 ára fongsulsrevsing (Fríkendur í Føroya Rætti)

Smugling við seglbáti til Føroya

Í mars 2025 vórðu fýra fólk dømd langar fongsulsrevsingar í Føroya Rætti fyri smugling av 22 kg av hassji og 3,8 kg av amfetamini úr Danmark til Føroya. Tveir persónar vórðu tá fríkendir.

Les meira um málið í Føroya Rætti her

Teir fýra dømdu kærdu dómin hjá Føroya Rætti til landsrættin. Tríggir av teimum kærdu til frídøming, meðan tann fjórði kærdi fyri at fáa linari revsing. Ákæruvaldið kærdi allar fýra dómar fyri at fáa herda revsing, og eina frídømingin varð eisini kærd.

Fýra av kærunum eru nú viðgjørdar í Eystari Landsrætti í Keypmannahavn, meðan seinasta kæran verður viðgjørd í Eystara Landsrætti í Føroyum í komandi viku.

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

8 tímar síðan

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41