Ressa og Muratov fingu friðarheiðursløn Nobels

Í ár valdi nevndin í Nobel at lata friðarheiðurslønina til tvey tíðindafólk, sum í hvør sínum landi stríðast fyri talufrælsinum.

Steinar Patursson
8. oktober 2021 kl. 16:35

Tað gjørdust tíðindafólkini Maria Ressa og Dmitry Muratov, sum fingu friðarheiðursløn Nobels í ár.

Tað boðar Nobelnevndin frá í dag.

Maria Ressa og Dmitry Muratov fingu heiðurslønina fyri tað arbeiðið, ið tey sum tíðindafólk hava gjørt fyri talufrælsið á Filipsoyggjum og í Russlandi, og samstundis eru tey ímyndin fyri øll tíðindafólk, ið vilja verja talufrælsið, meðan bæði demokrati og frælsa pressan eru fyri stórum trýsti, sigur nevndin.

Maria Ressa hevur sett sjóneyku á valdsmisnýtslu, harðskap og vaksandi einaveldshugsan á Filipsoyggjum, hagani hon er. Ressa setti í 2012 á stovn miðlafyritøkuna Rappler, sum seinastu árini hevur viðgjørt framferðina hjá Duterte, forseta á Filipsoyggjum, sum við harðari hond hevur hevur ført stríð móti rúsevnisseljarum og øðrum í landinum. Eisini hevur Rappler víst á, hvussu sosialir miðlar hava verið nýttir til at spjaða falsatíðindi og at manipulera almenna kjakið.

Dmitry Muratov hevur í fleiri áratíggju stríðst fyri rættinum til talufrælsi í Russlandi, og í 1993 var hann ein teirra, ið setti á stovn blaðið Novaja Gazeta. Muratov hevur verið redaktøkur á Novaja Gazeta síðan 1995. Novaja Gazeta verður sambært Nobel nevndini roknað at vera mest óhefta tíðindablað í Russlandi, og hevur síðan byrjanina sett sjóneyku á korruptión, harðskap frá løgregluni, ólógligar handtøkur og valsvik. Eisini hevur Novaja Gazeta viðgjørt nýtsluna av russiskum herdeildum í og uttan fyri Russland.

Siðan Novaja Gazeta fór undir at prenta, eru seks tíðindafólk hjá blaðnum dripin, teirra millum Anna Politovskaja, sum skrivar um kríggið í Kekkenia.