Rennarar órógvaðu ferðsluna til flogvøllin

Long bíðirøð var á Vatnavegnum. Fólka meldaðu til løgregluna fyri at sleppa ígjøgnum

Jonhard Hammer
7. september 2024 kl. 14:02

Føroya Fagrasta Hálvmarathon er í dag, og tí var Vatnavegurin stongdur.

Men tað vóru mong, sum ikki vistu av tí, og sum høvdu ørindi á flogføllin.

Onkur meldaði til løgreglnuna, og tað endaði við, at vegurin varð latin upp soleiðis, at ferðslan slapp ígjøgnum.