Beint eftir klokkan níggju í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi. Hetta var í Eysturoy og ferðsluóhappið var hent ein tíma frammanundan.
Har varð ein bilur árendur og tað var bilførarin á árenda bilinum, sum meldaði. Hann greiddi frá, at bilførarin, sum hevði rent á hann, hevði steðgað á og hann hevði uppgivið bæði navn og telefonnummar, og so var hann farin sína leið víðari.
Men hetta var rís til egnu reyv, tí tí har var kortini okkurt sum skurraði í oyrunum á bilføraranum, sum varð árendur og tí meldaði hann.
Og løgreglan sigur, at tá ið tey slóu navnið upp á telduni, sóu tey, at bilførarin, sum hevði rent á, hevði einki koyrikort tí tað hevði hann mist og tað var ikki so langt síðani, at hann hevur kunnað tikið tað aftur.
Tískil fór løgreglan á gátt hjá bilføraranum og tá vísti tað seg, at hann eisini var sjónliga ávirkaður av rúsdrekka.
Tí varð hann førdur til lækna at taka blóðroynd og nú er hann skuldsettur fyri ferðsluóhappi, umframt fyri at koyra í frádømingartíðini og fyri at koyra við kenning.
Annars var bara nakað av skrokkskaða í ferðsluóhappinum og eingin fólkaskaði.