Rektarin á Setrinum: Hóttanir hoyra ongastaðni heima

Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, talar at, nú granskarar eru beinleiðis hóttir í samband við tað arbeiði, sum tey gera

Sveinur Tróndarson
17. august 2021 kl. 15:04

- Sjálvandi skulu granskarar og undirvísarar á universitetum tola hvassan kritikk, men hóttanir og grovur ágangur er á ongan hátt fyri mark.

Tað skrivar Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya í einari viðmerking í samband við, at granskarar og undirvísarar á Fróðskaparsetrinum hava verið fyri hóttanum, eitt nú í samband við kunningina um korona.

Eitt dømi um ein granskarara, sum er hóttur er Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og PhD-lesandi, ið saman við øðrum læknum rekur síðuna “Spyr ein lækna um korona” á Facebook.  Hann svaraði til eitt kjak og stutt eftir var ein – dulnevndur - sum meira ella minni beinleiðis hótti læknan eftir lívinum.

Og tað hoyrir ongastaðni heima.

- Leikluturin hjá universitetum er stórur í dagsins samfeløgum. Setningur teirra er at útbúgva fólk, so at tey hava neyðugu vitanina til at vera við í rakstri og menning av sínum samfeløgum, og at tryggja, at fólk hava skil fyri at luttaka í vitbornum orðaskifti um handfaring av samtíðarmálum og avbjóðingum. Eisini hava universitet ta alstóru uppgávuna at framleiða nýggja vitan, so vit betur kunnu skilja heim okkara og trupulleikarnar, sum eru í honum við tí fyri eyga, at okkara samfeløg verða dubbað til at fara undir at loysa teir, skrivar Chik Collins, rektari í skrivinum, sum er sent øllum føroyskum miðlum.

Hann leggur dent á, at undirvísarar og granskarar skulu tola kritikk og at kjakast verður um tað, sum tey arbeiða við, og eisini, at kjakið kann vera bersøgið. Men eitt mark er fyri, hvussu langt hetta kann fara.

- Tó kann og eigur tað ikki at góðtakast, at undirvísarar og granskarar eru fyri grovum ágangi ella verða persónliga hóttir, tá teir bera fram sína vitan og fatan fyri sínum granskingarumhvørvi og fyri almenningin annars. Seinastu árini hevur hetta seinasta tikið dik á seg, og rákið hevur fingið megi og hevur breitt seg við sosialu miðlunum, skrivar rektarin.

Vegna Fróðskaparsetur Føroya harmast hann gongdina og hann fordømir hetta rákið, og hann vónar, at restin av samfelagnum – og myndugleikarnir við – gera tað sama.

- Sjálvsagt hava borgarar í føroyska samfelagnum rætt at vera ósamdir við sjónarmið og meiningar hjá granskarum, um tað so er rætt ella skeivt, men sum samfelag mugu vit tryggja, at slíkar ósemjur fara fram á mentaðari grund og ongantíð við hóttanum. Eingin eigur at verða hóttur ella kenna seg hóttan av at gera sítt arbeiði og tæna okkara samfelagi, sigur Chik Collins.