Reka springarar inn á Skálafjørðin

Mett verður at talan er um einar 200 springarar

Áki Bertholdsen
7. september 2024 kl. 10:58

Fyrr í morgun var ein bólkur av springara sæddur uttan fyri Eystnes. Og nú hevur sýslumaðurin, saman við grindaformonnunum, tikið støðu til at teir skulu haldast til. Tí eru teir farnir undir at reka teir inn á Skálafjørðin.

Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at tað er ilt at siga, hvussu stórur bólkurin er, men leysliga mett er talan um einar 200 springarar.

Tað er eingin loyna, at grindadráp er umstrídd, men springaradráp er upp aftur meiri umstrítt og tað eru enntá eisini nógvir føroyingar, sum eru ímóti at vit drepa springara.

Somuleiðis hevur alivinnan mælt til, at tað verður bannað at drepa springara, tí tað er so ringt fyri okkara umdømi úti í heimi, at okkara útflutningur er í vanda.

Eftir stóra springaradrápið á Skálafjørðinum fyri nøkrum árum síðani, vóru tað enntá alarar, sum førdu fram, at verður eitt springaradráp afturat, kann alt detta niður fyri.

Men Jacob Vestergaard sigur, at tað er eitt kjak, hann als ikki tekur støðu til. Tað, hann heldur seg til, at vit hava rætt til at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi og í hesum sambandi hava vit loyvi til at drepa springara.

Um summi dýr eru ov fitt til at verða dripin til matna, er ikki ein spurningur, hann hevur við í metingunum, tí skal tað verða grundarlagið, er ringt at seta eitt mark.

– So verður tað mett, at tað ber til at taka springarar og herberga matinum, gera vit tað, sigur sýslumaðurin.

Hann sigur, at skulu vit ikki drepa springara, er tað ein politiskur spurningur at seta forboð fyri tí. Ella er tað ein spurningur ímillum sýslumann og grindaformann at taka støðu til um tað ber til at fáa matin til høldar. Hann vísir á, at í seinastuni hava tey latið nakrar grindir farnar, tí tey hava nokk av grind og tað er eingin orsøk at drepa meiri grind enn brúk er fyri.

Hinvegin verður mett, at tað ber væl til at fáa tvøstið av springarunum til høldar og tí verða teir hildnir til, sigur sýslumaðurin.

Hvala-mótstøðufylkingin, Sea Shepherd, hevur longu gjørt vart við, at tey eru til staðar at skjalfesta springaradrápið.