Reisir álvarsmál á Fólkatingi um verjuskipini undir Føroyum

Í 15 ár hava kanónurnar á donsku veruskipunum í Føroyum og Grønlandi, ikki riggað og nú vil Sjúrður Skaale hava svar frá verjumálaráðharranum

Áki Bertholdsen
10. januar 2024 kl. 12:40

Tað er álvarsligt, at at útgerðin á verjuskipunum ikki riggar. Tað heldur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin. 

Og nú vil hann hava verjumálaráðharran, Troels Lund Poulsen, at greiða frá støðuni.

– Føroyingar hava verið viðspælarar, og nú er støða eisini tikin til at loyva einum nýggjum lofteftirlitsradara á Sornfelli. 

– At verjuskipini samstundis ikki hava grundleggjandi verjukapasitet, er ógvuliga álvarsamt, sigur Sjúrður Skaale.

Tað, hann sipar til er, at í morgun avdúkaði DR, at kanónirnar á donsku verjuskipunum, sum sigla kring Føroyar og Grønland, ikki hava virkað hesi seinastu 15 árini.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Sjúrður Skaale hevur tikið ringa standin á donsku verjuskipunum upp við danska verjumálaráðharran. Og fólkatingsmaðurin hevur fleiri ferðir heitt á donsku stjórnina um at annaðhvørt endurnýggja ella útskifta tey eftirhondini gomlu Thetis-skipini, sum sigla kring Grønland og Føroyar.

– At tað nú eisini vísur seg at, at heldur ikki á teimum nýggjaru skipunum, er alt í lagi, ger bara ilt verri. Avdúkingin hjá Danmarks Radio vísur, at støðan er nógv verri, enn danska verjan sjálv hevur upplýst, sigur Sjúrður Skaale.

–  Tað er serstakliga álvarsligt, at donsku verjuskipini ikki hava grundleggjandi verjuútgerð í ordan. Tað er ikki trygt fyri okkum, men so avgjørt heldur ikki fyri manningarnar á skipunum, sigur hann.

– Hetta er danskt málsøki burtur av, og tí vendi eg mær til donsku stjórnina við hesum fyri at vita, hvør hevur ábyrgd av hesum, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.

Tí spyr hann nú verjumálaráðharran um hann er samdur í, at danska sjóverjan í Føroyum og í Grønlandi, er forsømd og um hann góðtekur, at verjan hevur vita um hesar trupulleikar í 15 ár, uttan at hava fingið teir í rættlag.