Reiggja til børn í koyristóli sett upp í Vági

Fyri at betra um umstøðurnar hjá rørslutarnaðum, hevur Vágs kommuna sett upp reiggju til børn, ið sita í koyristóli

Sigurjón Einarsson
18. juni 2021 kl. 16:20

Í Vágs kommunu eru trý spælipláss til børn, og hesi spælipláss verða nógv brúkt av børnunum í kommununi og vitjandi. Í arbeiðinum við at betra um umstøðurnar hjá rørslutarnaðum, hevur kommunan sett upp reiggju til børn, ið sita í koyristóli.

Síðsta hond verður nú er løgd á arbeiðið og í dag - 18. juni - verður nýggja reiggjan alment tikin í nýtslu. Reiggjan stendur á spæliplássinum í parkini inni við sandin.

– Eg gleðist um, at Vágs Kommuna kann betra um umstøðurnar hjá rørðslutarnaðum. Vágs Kommuna hevur gjørt nógv við atkomu møguleikunum hjá teimum sita í koyrustóli, og okur arbeiða víðari við, at betra um umstøðurnar hjá rørðslutarnaðum, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu við heimasíðuna hjá Vágs kommunu.

Seinastu dagarnar hava arbeiðsmenn hjá kommununi sett rejgguna upp og lagt síðstu hond á økið, soleiðis at børnini nemt kunnu koma til spæliplássið og brúka hesa nýggju reiggju.

Kelda og myndir: Vágs kommuna