Reglurnar um sóttarhald strangar í Føroyum

- Vit halda fast við tann háttin, at vit krevja tey í sóttarhald, sum hava sitið tætt við. Tað gera fleiri av grannalondunum ikki, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni

Sveinur Tróndarson
20. juli 2020 kl. 12:49

 

 

So hendi tað, sum mátti henda fyrr ella seinni.

Um vikuskiftið staðfestu føroysku myndugleikarnir, at trý útlendsk ferðafólk, sum komu til landið við SAS, vóru smittað við korona. Og tá so er, vóru fólkini sett í sóttarhald í tvær vikur.

Sóttarhaldið hjá hesum fólkunum verður í teimum húsunum, sum tey høvdu leigað sær, nú tey komu til Føroya, og tí eru tað ferðafólkini sjálvi sum rinda fyri sóttarhaldið.

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, í stuttum práti við Dimmalætting.

- Tey høvdu leigað sær hús til endamálið, og tí valdu tey heldur at fara hagar enn at fara á Hotel Vágar, sigur landslæknin.

Kendu sær einki
Tað kom púra óvart á fólkini, at tey vóru smittað, tí eingin teirra kendi sær nakað, nú tey fóru út at ferðast. Tað er nú heldur ikki heilt óvanligt, tí ein ávísur partur av teimum, sum hava smittuna, vita ikki av tí.

- Tey føldu seg ikki sjúkan og gjørdust bilsin, tá tey fingu at vita, at tey bóru smittuna og kundu smittað onnur, greiðir Lars Fodgaard Møller frá.

Tá fólk eru staðfest smittað við kanningum, verður ein blóðroynd tikin av teimum fyri at finna útav, um tað eru restir av gamlari smittu ella um virusið er aktivt, og tað varð eisini gjørt í hesum føri. Og tann kanningin vísti, at fólkini kunnu smittað onnur.

Tá so er, mátti smittusporingin setast í gongd, og tí eru nú umleið 25 fólk í sóttarhaldi, tí tey hava sitið so tætt uppá hesi fólkini í flogfarinum.

Men hetta er ikki tann hátturin, sum øll lond brúka. Lars Fodgaard Møller greiðir frá, at millum annað Ísland og Týskland hava munandi linari reglur enn vit hava her heima.

- Vit hava tó valt at halda fast í okkara mannagongdir, so øll tey, sum hava sitið tætt við hesi fólkini, eru sett í sóttarhald, og so fáa vit at síggja, um tey eisini “bróta út”.

Kunnu gott ganga túrar
Tað er púra vanligt, at mannagongdir broytast sum frálíður, og tað er eisini tað sum er hent í hesum førinum.

Í fyrstani skuldu fólk halda seg á matrikulinum, um tey vóru í sóttarhaldi, men heilt so strangt er tað ikki longur.

- Nei, har eru krøvini linkað eitt sindur. Hesi fólkini hava fingið boð um at halda seg frá handlum, matstovum og barrum, men vit nokta teimum ikki at fara túrar, um tað er tað, tey hava hug til, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Hann vísir á, at tað er lítil vandi fyri, at hesi fólkini annars koma í samband við føroyingar, og tí er eisini lítil vandi fyri, at tey smitta nakran meðan tey eru í Føroyum.

- Eg eri nógv bangnari fyri føroyingum, sum koma heim við smittu, kanska uttan at vita av, at tey eru smittað. Tey hálsfevna síni, tá tey koma heim, og á tann hátt kunnu tey smitta nógv upp á stutta tíð. Tað gera hesi fólkini ikki, og tí er lítil og eingin vandi fyri, at tey smitta nakran, sjálvt um tey t.d. fara út at ganga, sigur Lars Fodgaard Møller.

Serlig støða
Men støðan við útlendsku gestunum er kortini eitt sindur serlig.

Útlendsk ferðafólk eru sjáldan tvær vikur í Føroyum, og tí er ein spurningur, sum myndugleikarnir mugu fyrihalda seg til, nær hesi fólkini sleppa av landinum aftur.

- Tað er ein avbjóðing, tí vit kunnu ikki senda tey sjúk avstað aftur. Tað kann vera, at vit kunnu testa okkum frá tí, soleiðis at skilja, at vit kanna hesi fólkini, tá fráferðin nærkast, so tey ikki smitta, tá tey fara avstað, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.