- Reglurnar fyri at nýta Dankort, Visa/Dankort og Mastercard verða broyttar 12. februar 2024. Orsøkin til broytingina er at økja um trygdina við keypi á netinum.
Fyri teg merkir hetta, at tú frameftir skalt nýta eitt persónligt loyniorð, tá ið tú keypir á netinum. Umframt hetta fært tú eisini SMS-einnýtisloynitalið, sum verður brúkt í dag.
Tá ið tú nýtir gjaldskortið í einum nethandli eftir 12. februar, verður tú biðin um at stovna tær eitt persónligt loyniorð og skráseta títt telefonnummar.
Tú verður bara biðin um at stovna loyniorðið og skráseta telefonnummarið eina ferð. Tó ber til at broyta bæði loyniorð og telefonnummar eftir tørvi. Gjaldskortið fer annars at rigga sum vant.
Um tú hevur spurningar, ert altíð vælkomin at venda tær til okkara.