Nú er ungdómsklassikarin hjá Heina Hestoy, Regin og Sára, aftur at fáa. Bókin, sum varð útgivin fyrstu ferð í 1991, hevur verið útseld í nøkur ár. Hetta er triðju ferð, at bókin verður uppafturprentað. Aðru ferð var í 2006, tá bókin eisini fekk nýtt, tíðarhóskandi snið.
Bókin er ein tíðarleys søga, sum gongur fyri seg á bygd í Føroyum. Høvuðspersónurin, Regin, er 14 ár. Hann er raskur at egna og dámar væl ítrótt. Men alt sær ikki so ljóst út sum fyrr, tí pápin er farin niður at sita, tí hann hevur stolið. Eisini verður Regin happaður í skúlanum av gamla vinmanninum, Jógvan.
Tíbetur hittir hann Sáru. Eisini hon hevur sítt at dragast við, tí hon er blind, men hóast tað er hon bæði djørv og glað. Regin og Sára verða góð, og saman eru tey sterk.
Regin egnir hvønn dag og í egningarskúrinum, og í egningarskúrinum eigur hann eitt sindur óvanligar, men sera trúgvar vinir.
Á myndini síggjast tær tríggjar útgávurnar av bókini. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.