Ongi úrslit

Rasmus Paludan sleppur ikki inn í Bretland

Bretskir myndugleikar nokta Rasmusi Paludan atgongd til Bretland, nú hann hevur ætlanir at brenna eina koran í Yorkshire, júst sum Ramadan høgtíðin byrjar

Steinar Patursson
21. mars 2023 kl. 07:57

Víðgongdi danski islamkritikkarin og provokatørurin, Rasmus Paludan, hevur fingið boð frá bretsku myndugleikunum um, at hann sleppur ikki inn í Bretland.

Rasmus Paludan hevði ætlanir um at ferðast til Wakefield í Yorkshire, har kann skuldi brenna eina koran. Ætlanirnar hjá Paludan koma í kjalarvørrinum av, at fýra skúlanæmingar í einum skúla í Wakefield vórðu sendir til hús, tí ein koran, ið ein teirra hevði tikið við í skúla, fekk onkrar snuddir.

Paludan, ið setti á stovn víðgongda flokkin Stram Kurs í Danmark, segði seg hava ætlanir um at stríðast móti “ódemokratiskum kreftum”, og at hann ætlaði at kynda í koranina, samstundis sum at Ramadan høgtíðin skuldi byrja.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Paludan verður settur í samband við at brenna koranir, og í januar mánaði kyndi hann í eina koran uttan fyri turkisku sendistovuna í Stokkhólmi, sum elvdi til diplomatiska kreppu millum Svøríki og Turkaland.

Men eftir øllum at døma sleppur Paludan ikki at brenna koranir í Stórabretlandi, tí bretski trygdarmálaráðharrin, Tom Tugendhat, hevur fyri bretska tinginum gjørt greitt, at Paludan er skrásettur í immigratiónseftirlitinum í Bretlandi, og at hann tí ikki sleppur inn í landið.


Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

Í gjár kl. 14:24

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

10 tímar síðan

Myndir: Countryfestivalurin dag 1

14. juni kl. 19:20

Paz hevur fingið tvær Michelinstjørnur

16. juni kl. 18:55

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

Í gjár kl. 13:25

Robert vitjar hotellið hvønn dag

15. juni kl. 11:50