Rasmus er nýggjur B36 venjari
Kandidatur í humanfysiologi fer nú burturav at taka sær av kropsligu venjingini
Jóannes Hansen
7. januar 2024 kl. 22:55
B36 skrivar soleiðis í kvøld:
B36 hevur sett Rasmus Løvendahl sum kropsligan venjara.
Sum liður í arbeiðinum at menna felagið, er tíðin búgvin at fáa ein venjara inn sum tekur sær av kropsligu venjingini burturav. Við Rasmusi fáa vit ein dugnaligan og arbeiðssaman venjara sum fer at lyfta fysisku venjingina í felagnum á eitt hægri stig enn áður.
Rasmus hevur kandidatútbúgving í humanfysiologi frá universitetinum í Keypmannahavn. Seinastu trý árini hevur hann arbeitt hjá Brøndby masterclass og U19 hjá Fremad Amager.
Rasmus verður knýttur at besta mansliðnum, men fer at taka sær av allari fysiskari venjing hjá monnum og ungdóminum, skrivar B36.