Raskur rennari kom fyri seg eftir álvarsliga sjúku

Dimmalætting er komin út við 80 síðum av góðum lesnaði

Jonhard Hammer
5. oktober 2024 kl. 11:36

Nú er hetta aftur tíðinm har Dimmalætting er at fáa í handlum og kioskum kring landið.

Hesa ferð er Dimmalætting 80 síður við nógvum tilfari um fólk, um føroyskan landbúnað og føroyskt vinnulív annars.

Í blaðnum er ein grein um, hvussu sjáldsama raski rennarin, Terji Hansen, kom fyri seg eftir og rann eitt hálvt maraton longu fýra mánaðir eftir eina stóra skurðviðgerð í hjartanum. 

Vit hava eina grein um, hvussu húsarhaldini nú fáa ein stóran, fíggjarligan lætta, og hvussu gullárini hjá føroysku bilasølunum er av.

Vit greiða frá um føroyskar fyritøkur sum vakti ans á ráðstevnu í Keypmannahavn og stjórin í Vinnuhúsinum heldur, at vit fáa alt ov lítið burtur úr teimum milliardunum, vit hava brúkt upp á at byggja samfelagið út.

– Nú má tað almenna rudda upp, heldur hann.

Vit hava tosað við bóndan, sum reisti gravsteinin yvir James Bond um, hvussu nógv fólk eru við gravsteinin bóndi á Sandi heldur, at vit mugu venja føroyingar at eta meiri grønmeti.

Í blaðnum eru eisini tríggjar síðum um rúsevnastøðuna í landinum beint nú.

Og at enda kann nevnast, at vit greiða frá um Føroya bygdasligasta tiltak, sum verður seinni í hesum mánaðinum.