– Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt, skriva tær báðar á vanganum hjá Gentuvesinum á kvf.fo.
Í útvarpsendingin, Gentuvesið, verða ymisk evni lýst og ymiskar tvístøður lýstar frá nógvum aldursbólkum. Tær tosa millum annað um kærleikstrupulleikar, vánaligar vinkonur, sorg, tónadeyvar damur, dagsstovnar og mangt annað.
Alt hetta er at hoyra í poddvarpinum, Gentuvesið, ið verður sent mikudagar klokkan fýra í Kringvarpinum.
Tær báðar - Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard - eru ovfarnar av, hvussu væl tey ungu hava tikið ímóti sendingini.
– Vit vónaðu, at sendingin fór at verða væl dámd, men væntaðu tað ikki beinleiðis. Okkum dámar væl tílíkar sendingar sjálvar, so vit eru glaðar fyri, at vit hava fingið hendan møguleikan, siga tær báðar.
Vit settu vertunum nakrar spurningar um poddvarpin, Gentuvesið.
Hví valdu tit at gera hesa sendingina?
– Tað sum fekk okkum at gera sendingina var, at vit sjálvar dáma væl líknandi sendingar, og saknaðu slíkt føroyskt tilfar til ung í útvarpinum. Vit hildu, at tað kundi verið feitt, at havt eina sending, har vit kundu hjálpa ungum í Føroyum við ymsum trupulleikum tey stríðast við, og svara teimum spurningunum, ið ung ganga runt við. Eisini vildu vit spreiða boðskapin um, at hóast ung ofta verða sædd sum óvitandi og roksut, hava ung verulig og álvarsom ivamál, ið tey til tíðir tørva hjálp til at loysa.
Halda tit, at hendan sendingin er týdningarmikil?
– Ja, vit halda sjálvandi at sendingin er týdningarmikil. Og tað er ikki tí, at tað er okkara sending - hon hevði eisini verið týdningarmikil um tað var onkur heilt annar, ið hevði hana. Sendingin gevur teimum ungu ein tryggan platform, at anonymt senda teirra tvístøður og spurningar inn til. Allar tvístøður og spurningar verða móttikin við opnum ørmum, og alt er loyvt at spyrja um.
– Tá man er ungur hevur man eisini ofta tørv á at kunna samanbera seg við onnur fyri at kenna, at man er “normalur”. Man kann tildømis hava trupulleikar heima við hús, sjeikinum, vinkonunum ella sálarliga, sum fær ein at føla seg einsamallan.
– Tá man lurtar eftir Gentuvesinum, og hoyrir hvat onnur stríðast við, kann tað verða ein lætti at hoyra, at tað sum viðkomandi stríðist við er púra normalt, og at tað, at tosa við onnur um sínar trupulleikar og tvístøður, er púra ókey. Av tí sama er okkara sending tann tryggleikin, ið ung kunnu hava, tá tey vita at tey kunnu spyrja okkum og gestavertirnir um alt tað, ið tey kanska ikki tora/ikki føla seg trygg við, at deila við vinfólk og familju, siga tær báðar í Gentuvesinum.
Væntaðu tit, at sendingin varð so væl móttikin?
– Vit vónaðu at hon fór at verða væl dámd, men væntaðu tað ikki beinleiðis. Tað er fantastiskt at sendingin er so væl móttikin, bæði millum ung og eldri, og vit eru so glaðar um, at øll hesi fittu ungu luttaka so væl í sendingini – við at senda spurningar/tvístøður, svara uppá spurnarkanningar á okkara Instagramsíðu @gentuvesid og líknandi, siga Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard.
Gentuvesið hoyrist her.