Rannvá eigur uppskriftina at vinna fleiri FM

29 ár eftir at hon spældi fyri fyrstu ferð á besta liðnum, takkaði Rannvá B. Andreasen fyri seg við 2-0 sigri ímóti HB og 23. FM heitinum

Jóannes Hansen
14. oktober 2023 kl. 17:53

 

Kvinnukappingin í fótbólti í 2023 er av. Í dag tryggjaði NSí sær silurkrónurnar við at vinna 8-0 á heimavølli ímóti EBS/Skála eftir hálvleiksstøðuna 3-0.

Fýra NSÍ spælarar skoraðu mál, og so var eitt mál – tað til 3-0 tá ið stórur hálvur tími var farin, skrásett at vera sjálvmál.

Margunn Lindholm, sum var á NSÍ liðnum fyri sjeyndu ferð í ár, setti hol á í 10. minutti. Heidi Sevdal økti um munin til 2-0 í 18. minutti, so gjørdi EBS/Skála sjálvmál, og tíðliga í seinna hálvleiki økti Heidi Sevdal um munin til 3-0, áðrenn Sólja Vinjardsdóttir Johansen skoraði tvey mál. So var Heidi Sevdal aftur upp á spæl, áðrenn Mirjam Huneck í næstsíðsta minutti staðfesti 8-0 sigurin og silvurkrónurnar hjá NSÍ.

Í dag fekk tað betur hjá meistarunum í KÍ, tá ið tær vóru í Gundadali, enn tað gjørdi fyri einari viku síðani, tá ið tað í steypafinaluni endaði við 2-1 tapi ímóti NSÍ.

KÍ vann 2-0 ímóti HB, og bæði málini vórðu skorað eftir lítlari løtu miðskeiðis í fyrra hálvleiki.  Eyðvør Klakstein setti hol á eftir innlegg frá Rebekku Fjallsá Benbakoura, og Rebekka økti um munin til 2-0. Tá átti Durita Hummeland innleggið.

Dygst undan steðginum varð Durita Hummeland, sum júst hevur fingið landsliðsboð, so mikið illa skadd í nærdysti, at hon ikki kom á vøllin aftur. Tá ið hon var við til steypahandina og fekk gullkrónu um hálsin, gekk hon við høkjum.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð Rannvá B. Andreasen skift inn á KÍ liðið, har hon var fyri síðstu ferð. Hon hevur boðað frá, at hon nú gevst at spæla á hægsta støði.

Hetta var 23. ferðin, at Rannvá var við til at vinna FM fyri barndómsfelagið, og hóast hon nógv størsta partin av tíðini hevur verið markantur profilur, so sigur hon seg ikki ivast í, at KÍ eisini næstu árini og helst eisini í 2024 fer at vinna FM heitið.

-Tað eru fleiri heilt góðir kvinnuligir fótbóltsspælarar í KÍ. Tær eru í tryggum hondum og kunnu mennast uppaftur meiri. Uppskriftin er at arbeiða hart, sigur Rannvá B. Andreasen í samrøðu við Televarpið.

Meðan HB og KÍ spældu á Tórsvølli hevði B36 vitjan av TB/FCS/Royn á ovara vølli í Gundadali. Har vann B36 5-0. Málskjúttar vóru Livyan Kétille Borges Silva, Evelin Da Silva Mastropasqua, sum skoraði tvey mál, Súsanna Laksáfoss Godtfred og Jasmin Mittún Darvishi.

21

21

0

0

91

4

63

NSÍ

21

14

3

4

94

20

45

HB

21

13

3

5

61

26

42

B36

21

12

4

5

60

20

40

Víkingur

21

7

3

11

41

61

24

07 Vestur

21

3

4

14

25

82

13

EBS/Skála

21

3

1

17

25

85

10

TB/FCS/Royn

21

0

4

17

9

108

4