Ongi úrslit

Rannvá Danielsen skal verja doktararitgerð um føroyskan fiskivinnupolitikk

Fríggjadagin 30. oktober fer Rannvá Danielsen at verja sína doktararitgerð í umhvørvis- og tilfeingisfrøði um føroyskan fiskivinnupolitikk. Verjan verður á Háskúla Íslands og møguligt er at fylgja við á netinum

Sigurjón Einarsson
29. oktober 2020 kl. 14:27

Við heitinum: Fiskarí eftir burðardygni: Ritgerð um teir fíggjarligu, sosialu og lívfrøðiligu úrslitini av fiskivinnupolitikkinum í Føroyum.

Verjan verður almenn og øll hava atgongd – um ikki á staðnum, so á netinum.

Opponentar eru: Dr. Natacha Carvalho við Joint Research Center í Evropa-Kommissiónini, Water and Marine Resource Unit og dr. Niels Vestergaard, professori við Institut for Sociologi, Miljø- og Forretningsøkonomi Syddansk Universitet.

Vegleiðari: Dr. Sveinn Agnarsson, professari við Háskúla Íslands.

Í doktararitgerðsnevndini sita: Dr. Daði Már Kristófersson, professari við Háskúla Íslands og Jingjie Chu, búskaparfrøðingur í umhvørvis- og náttúrutilfeingisstýring í Heimsbankanum.

Boðað verður frá, at verjan av doktararitgerðini og opponentar taka lut gjøgnum netið, men gestir eru vælkomnir at fylgja við í hølunum hjá Háskúla Íslands ella á netinum.

Verjan av doktararitgerðini byrjar fríggjadagin klokkan 14:00 føroyska tíð, og til ber at fylgja við á netinum her.

Rannvá Danielsen er fødd í 1986 í Tórshavn. Hon tók ein bachelor í miðlafrøði frá Southampton Solent University og hevur ein kandidat í umhvørvis- og tilfeingisfrøði frá Háskúla Íslands. Hon hevur í síni lestrartíð eisini tikið eitt semestur í University of Berkeley í Kalifornia.

Til ber at spyrja Rannvu nærri um doktararitgerðina við at senda ein teldupost til: rannvad@gmail.com  

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

Í gjár kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

Í gjár kl. 11:54