Nógvir føroyingar hava roynt seg í danska Melodi Grand Prixnum. "Aldan" við Anniku Hoydal í 1979 gjørdist nummar trý, og tað er besta føroyska úrslitið higartil - inntil í kvøld.
Tí Rani Petersen - ella Reiley, sum hann nevnir seg, tá hann spælir tónleik - var vinnarin hjá dómsnevndini og fekk næstflest atkvøður frá teimum, ið hava atkvøtt, og gjørdist sostatt samlaði vinnarin.
Sostatt verður tað, í føroyskum eygum, ein spennandi Eurovision-finala í Liverpool í mai, tá Reiley fer at framføra "Breaking My Heart".
Stóra finalan í Eurovision-kappingini verður í Liverpool tann 13. mai. Ukraina vann Eurovision í fjør, men vegna russisku innrásina í Ukraina, so verður evropeiska tónleikakappingin hildin í Onglandi í ár.