Rani Nolsøe legði fram um sína tónleika pílagrímsferð

Tað var ein hugnalig løta í kjallaranum í Varpinum í gjárskvøldið, har Rani Nolsøe við orðum, myndum og tónleiki greiddi frá sínari pílagrímsferð í USA aftur til røturnar hjá rytmiska populertónleikinum. Framløgan er partur av størri verkætlan, sum kemur út í Bók komandi vár.

Jonhard Hammer
12. desember 2024 kl. 19:43

Endamálið er at fylgja tónleikaslóðini hjá rytmiska populertónleikinum frá har vøggan stóð í USA, til hann brýtur ljóðmúrin í Føroyum. Rani var ein túr í USA í oktober, har hann byrjar ferðina í New Orleans í Louisiana, har svørt byrja at spæla jazz. Síðani gekk leiðin til Tupelo, Mississippi, har barnaheimið hjá Elvis Presley er endurskapt, síðani ígjøgnum Deltaøkið, har svørtu trælirnir arbeiddu og sungu nógv. Ferðin endar í Memphis, Tennessee, har Elvis hevði Graceland og liggur jarðaður. Ein framløgu um søgu og mentan. Nomið verður við fleiri tónleikasjangur m.a. Negro Spirituals, Blues, Jazz, Gopsel og Country, sum til endans kulminera í Rock 'n Roll í 50-unum. Hendan kollvelting røkkur eisini yvir um hav, og Rani greiddi frá fyrstu pionerunum í Føroyum innan rútmiskan tónleik.

Til tónleikaframførslur fekk Rani stuðul frá Páll Sólstein og ikki minst Ingibjørg Hansen.