Nadia Christensen-virðislønin er ein týðarakapping, sum American Scandinavian Foundation skipar fyri. Virðislønin verður latin eina ferð um árið fyri eina óvanliga góða týðing úr einum norðurlendskum máli og til enskt, og høvundurin skal vera føddur eftir 1900. Tað kann snúgva seg um skaldskap í bundnum máli, fagurbókmentir, sjónleikir ella tekstir í óbundnum máli.
Grundgevingin fyri at lata Randi virðislønina í ár er tað framúr góða hegni, ið hon hevur víst við hesi týðing, og í hesum sambandi fáa eitt nú orðaval, evni at raka tað einfalda og tilfarsliga í upprunayrkingunum og myndamál góð skotsmál. Virðislønin er eitt bronsuheiðursmerki fyri bókmentaligt virki fyri Amerika og Norðurlond, 2.500 dollarar og harumframt verða yrkingarnar prentaðar í árbókini hjá The American-Scandinavian Foundation í 2022. Í einum fjørutiára tíðarskeiði er tað bara Randi Ward, sum hevur vunnið virðislønina fyri at týða úr føroyskum. Í 1985 vann John F. West fyri týðing av brotum úr Det Gode Håb eftir William Heinesen.
Umframt at vera enn ein viðurkenning til Randi fyri hennara avrik, so er henda virðisløn við til at varpa ljós á føroyskan skaldskap úti í heimi. Hvat hjálpir einum menniskja at vakna hesumegin hetta áratúsundið eftir Kim Simonsen fekk M.A. Jacobsens virðisløn í 2014. Í 2020 varð hetta yrkingasavn – í ensku týðing Randi Wards – valt at umboða Føroyar á TRANSPOESIE Poetry festivalinum í Brússel, og bókin varð tilnevnd sum besta útgáva í Makedónia á bókamessuni í Skopje í 2021. Týðingin til makedónsku útgávuna var gjørd við støði í ensku týðing Randi Wards.
Randi Ward hevur MA-prógv í mentanarvísindum frá Fróðskaparsetri Føroya í 2007. Hon er ættað úr Belleville í West Virginia. Hon er týðari, yrkjari og myndatakari. Randi hevur fyri skaldskap og myndatøku sína vunnið fleiri virðislønir í heimlandi sínum. Hennara arbeiði verður nýtt í undirvísingini á miðnámsskúlum og universitetum um alt USA og uttanlands. Hon hevur móttikið virðislønina Shepherd University’s Appalachian Photography Award, og Cornell University Library stovnaði í 2015 eitt savn við hennara útgávum í teirra deild við sjáldsomum handritasøvnum. Hennara verk hevur verið umrøtt í Folk Radio UK, National Public Radio, PBS NewsHour og World Literature Today.