Rændar milliónir fluttar til Føroya

Kringvarpið kann, sum úrslit av altjóða miðlasamstarvi við millum onnur BBC, Bloomberg og Spiegel, avdúka, at rændar milliónir eru fluttar úr Kongo í føroysk feløg

Tíðindaskriv
22. november 2021 kl. 11:22

Um vikuskiftið kom fram í fleiri altjóða fjølmiðlum, at fyrrverandi forsetin í stóra miðafrikanska landinum Kongo hevur flutt pengar úr ríkiskassanum niður í lumman hjá sær sjálvum, vinum og skyldfólki.

Ein partur av rændu pengunum vóru fluttir til Føroya í tíðarskeiðnum 2013 til 2017. Skjøl vísa, at í alt vóru 120 milliónir krónur fluttar úr Kongo til Føroya í føroysk feløg og føroyskar skipanir. Kringvarp Føroya hevur seinastu mánaðirnar verið við at kanna og nærlesa loyniskjøl úr stóra afrikanska bankanum BGFI. Felagsskapurin PPLAAF og tíðindamiðilin Mediapart fingu fatur í víðfevnda dátulekanum fyrr í ár. Talan er um størsta lekan av skjølum á afrikanska meginlandinum nakrantíð, okkurt um 3,5 mió. skjøl.

Tætt altjóða samstarv millum miðlar úr fleiri enn 18 londum

Fyrsta høvuðssøgan um rændu milliónirnar úr Kongo kom á breddan í altjóða miðlunum fríggjadagin. Onnur høvuðssøgan – um milliónirnar, sum vórðu fluttar til Føroya – kemur í útvarpstíðindini á middegi. Tá tey tíðindini eru søgd í útvarpinum, verður søgan úr Føroyum  eisini søgd í hinum miðlunum.

Kringvarpið fer komandi dagarnar at kunngera tilfar úr drúgva kanningararbeiðinum.

Tilfarið er framleitt í samstarvinum Congo Hold-Up, sum BBC Africa Eye (Bretland), Bloomberg (USA), Der Spiegel (Týskland), De Standaard (Belgia), Expresso (Portugal), InfoLibre (Spania), KvF (Føroyar), Le Soir (Belgia), L'Orient le Jour (Libanon), Mediapart (Frakland), Nacional (Kroatia), NRC (Holland), Politiken (Danmark), RCIJ (Rumenia), RFI (Frakland), The Continent (Suðurafrika), The Namibian (Namibia), The Wire (India), og VG (Norra) hava verið partur av.