Ramadanin og skaðar órógva B68

Nú vera Dabo og Samba aftur førir fyri at vera á vøllinum allar dystirnar á tamb

Jóannes Hansen
20. apríl 2023 kl. 15:13

Óvæntað er tað, at B68 eftir fimm umfør er undir niðurflytingarstrikuni. Tvey tap í Gundadali og tríggir javnleikir – í Sørvági og tveir á heimavølli – er úrtøkan. 3-3 ímóti Víkingi er at liva við, meðan málleyst ímóti EB/Streymi var vónbrot.

Merkisvert er tað, at átta spælarar í vikuni ikki hava verið førir fyri at venja saman við liðfeløgunum, og miðvallarin Ragnar Samuelsen er leikbannaður í steypadystinum, sum B68 leygardagin fer at spæla í Trongisvági ímóti TB.

Í fjør vóru Boubacar Dabo og Mohamed Samba sera væl upplagdir og eyðsýndir álopsprofilar hjá B68. Í landskappingini skoraðu teir sjey mál í part. Higartil í ár hevur tað ikki roynst so væl. Samba hevur skorað eitt mál, og Dabo hevur einki mál skorað.

Samba hevur verið við í øllum fimm dystunum og er einaferð skiftur inn og einaferð skiftur út.

Hóast hann hevur verið skaðadarvaður, so hevur Dabo verið við í fýra dystum. Hann er einaferð skiftur inn og tríggjar ferðir skiftur út.

Nú verður á Svangaskarði roknað við, at teir báðir av álvara fara at koma fyri seg.

Síðani mikudagin 22. mars og fram til í morgin halda teir ramadan. Tað ber við sær, at teir hesar vikurnar hvønn dag hava fastað frá klokkan fýra á morgni og til klokkan átta á kvøldi. Hesar tímarnar hava teir hvørki fingið vátt ella turt, og tí heva teir ikki verið roknaðir fyri at vera førir fyri at vera á vøllinum í 90 minuttir.

Í morgin verður føstan av á hesum sinni, og so fæst at síggja, um teir báðir fara at finna støðið aftur, sum teir vístu í fjør.

Fleiri tær seinastu ferðirnar hava teir ikki verið á vøllinum alla tíðina. Orsøkin er, at teir hava hildið ramadan og tí ikki hava verið roknaðir førir fyri at spæla í 90 minuttir. Teir hava síðsta mánaðan fastað hvønn dag – hvørki fingið vátt ella turt – frá fýra á morgni og til klokkan átta á kvøldi. Í morgin verður liðugt við føstuni, og so fæst at síggja, um teir fara at finna støðið aftur, sum teir í fjør vóru á.

Í Sosialinum, sum í dag er at fáa til keyps í blaðsølum og á netinum, og sum haldararnir nú hava atgongd til á netinum og fáa bornan við postinum í morgin, eru tíðindi um, hvussu feløgini í bestu deildini manningarliga eru fyri. Har sæst, at B68 er sera illa rakt av skaðum.

Átta spælarar hava í vikuni ikki verið førir fyri at venja við fullari ferð, og so er Ragnar Samuelsen leikbannaður.