Ralf Rangnick verður United venjari

Týski Rangnick verður venjari fram til komandi summar, tá hann flytir í ráðgevarastarv í felagnum ístaðin.

Steinar Patursson
29. november 2021 kl. 12:29

Tað verður týskarin Ralf Rangnick, ið skal stjórna Manchester United fram til summar.

Tað váttar United á middegi í dag.

Rangnick hevur í seinastuni starvast sum ítróttar- og menningarstjóri í Lokomotiv Moskva, men hann hevur nú gjørt sáttmála við United um at gerast venjari til komandi summar.

Sambært The Guardian hevur Rangnick sett sum krav í sáttmálan, at hóast venjarastarvið bert er til summar, skal hann halda fram í felagnum sum ráðgevi fram til 2024 og skal hava ávirkan á avgerðir.

Fyrrverandi United leikarin, Michael Carrick, hevur verið venjari hjá felagnum, síðan Ole Gunnar Solskjær fekk sekkin fyri einari viku síðani. Carrick hevur higartil verið venjari til tveir dystir hjá United, men um alt gongur sum ætlað, verður tað Rangnick, ið stendur í tekniska teiginum hósdagin, tá Arsenal kemur á vitjan. Bíðað verður kortini enn eftir arbeiðsloyvi til Rangnick.

Rangnick hevur áður verið venjari í RB Leipzig, Schalke og Hoffenheim.