Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 224 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fyrsta ársfjórðing 2021 var 223,5 milliónir krónur. Samlaða tøkan av laksi var 21 túsund tons, harav 14 túsund tons vórðu tikin í Føroyum og sjey túsund tons í Skotlandi

Tíðindaskriv
11. mai 2021 kl. 09:30

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 218,3 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 6,2 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 48,3 milliónir krónur.

Úrslitið eftir skatt fyri fyrsta ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 407,7 milliónir krónur í mun til eitt hall á 148,0 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Samanumtikið eru vit væl nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum. Hóast marknaðurin hevur verið nógv merktur av Korona farsóttini, eru tekin um, at vend er við at koma í. Altjóða sølan av laksi øktist heili 16% í hesum ársfjórðingi, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Hóast stórar nøgdir av laksi sostatt eru seldar á marknaðinum, hevur laksaprísurin ment seg munandi í ársfjórðinginum. Tørvurin eftir laksavørum í matvøruhandlum kring heimin er framhaldandi stórur, men nú er eftirspurningurin frá hotell- og matstovuvinnuni við at taka seg upp aftur. Vit vænta at henda gongdin fer at halda fram, so hvørt sum avbjóðingarnar av Korona á okkara høvuðsmarknaðum væntandi fara at minka komandi tíðina. Samanumtikið eru útlitini fyri restina av 2021 góð. Nakað minni av laksi kemur á marknaðin restina av 2021, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

- Vit eru serstakliga væl nøgd við úrslitið hjá góðskingar geiranum, sum enn einaferð vísir smidligu virðisketu okkara. Smidleikin er ógvuliga týðandi fyri kappingarførið á alheims marknaðinum.

- Alingin í Føroyum hevur hilnast væl í ársfjórðinginum og miðalstøddin á útsettu smoltunum økist alsamt. Í Skotlandi gongur eisini betur við alingini og vit vænta at kunna hækka miðalvektina á smoltunum nakað í ár.

- Í hesum ársfjórðinginum hava vit havt nógv virksemi í framleiðsluni og eisini av mongu íløguverkætlanum okkara í Føroyum og í Skotlandi. Nógv avleitt virksemi er skapt av hesum, til gagns fyri samfelagið sum heild. Tilsamans hava vit keypt vørur og tænastur frá føroyskum veitarum fyri í alt 298 milliónir krónur í hesum ársfjórðingi, sigur Regin Jacobsen í einum tíðindaskrivi.

Samlaða tøkan í fyrsta ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 21.027 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 14.025 tons tikin í Føroyum í mun til 20.667 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 7.002 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 7.268 tons sama ársfjórðing í fjør.

Tilsamans vórðu 4,0 milliónir smolt sett út í fyrsta ársfjórðingi í mun til 3,3 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 2,3 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 1,6 milliónir smolt í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 218,3 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021 í mun til 192,1 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 143,3 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021 samanborið við 202,9 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør. Tøkan var hægri meðan laksaprísirnir vóru lægri í fyrsta ársfjórðingi samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 6,2 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarúrslit á 29,7 fyrsta ársfjórðing í fjør.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 75,0 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarhall á 11,0 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fyrsta ársfjórðingi 2021 var 48,3 milliónir krónur samanborið við 40,2 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.938,8 milliónir krónur við endan á fyrsta ársfjórðingi 2021 í mun til 1,752,8 milliónir krónur við ársenda 2020. Bakkafrost hevði 1.487 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fyrsta ársfjórðingi 2021.

Á ársaðalfundinum, sum var fríggjadagin 9. apríl 2021, varð viðtikið, at 3,65 krónur vórðu goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gav eitt samlað vinningsbýti á 215,9 milliónir krónur, ið vórðu goldnar partaeigarunum 30. apríl 2021.

Um Bakkafrost:

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi.

Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði.

Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki í Streymoy.

Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.699 starvsfólk (ársverk).