Rakel Helmsdal gevur út nýggja bók

Bókin verður løgd fram í Reinasarínum í vikuni

Fríðmundur Nattestad
6. mai 2024 kl. 15:15

Mikukvøldið 8. mai klokkan 19 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri bókaframløgu á Reinsarínum við bókini “Leyp nú, Eva!”, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað. Tiltakið er alment og ókeypis.

Hesum boðar BFL frá í tíðindaskrivi í dag.

Bókin er sjálvstøðugt framhald av Hugo-bókunum. Ein spennandi søga um loyndarmál og gátur, syrgiligar lagnur og lívsjáttandi dirvi.

Helena Lamhauge Mortensen fer at práta við Rakel um bókina, og vit hoyra frá tveimum lesarum, sum elska Hugo-bøkurnar og hava glett seg til hesa bókina. Ein tónleikaframførsla er eisini á skránni. Bókin verður til sølu fyri serprís og til ber at keypa sær okkurt kalt ella heitt at drekka. Høvið verður at hitta rithøvundin og fáa bókina signeraða.


Hvør torir at renna oftast yvir um sporið, áðrenn tokið kemur?

Tað er spælið, sum Eva og vinfólkini spæla tann dagin, tá tað næstan endar galið. Ein loyndarfullur bjargingarmaður bjargar Evu frá tí vissa deyða. Men hvør er hann, og hví er hann so ólukkuligur? Og hví uppførir vinkonan, Merian, seg knappliga so løgið? Hví vil hon ikki fortelja Evu, hvar hon býr?

Eva og vinfólk hennara sleppa at spæla við í einum ordiligum sjónleiki, og tað er sum ein dreymur – men skjótt hópa loyndarmálini í Seraphia Teatri seg upp. Ein spennandi søga um loyndarmál og gátur, syrgiligar lagnur og lívsjáttandi dirvi – kom nú, leyp nú, Eva!