Skála hevur av álvara styrkt seg, nú uppflytararnir undir Mýruhjalla eru farnir undir fyrireikingarnar at spæla í bestu deildini, eftir at teir fyrr í heyst vunnu rættin at spæla í bestu deildini.
Skála Ítróttarfelag boðar frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Ragnar Skála.
23 ára gamli miðvallarin er argjamaður, og hann hevur higartil bara umboðað barndómsfelagið.
Í Betri Deildini hevur hann spælt 57 dystir og skorað trý mál, og í steypakappingini hevur hann spælt sjey dystir og skorað eitt mál.
Síðsta kappingarár var hann við í 23 dystum frá dystarbyrjan.
Ragnar Skála, sum í 2021 og 2022 spældi seks U21 landsdystir, vandi saman við nýggju liðfeløgunum í gjárkvøldið, eftir at hann fyrr á kvøldinum hevði skrivað undir sáttmála við Skála Ítróttarfelag.