Fýra kvøld um vikuna skipar FC Hoyvík fyri heilsufótbólti á Hoyvíksvøllinum. Mánakvøld og mikukvøld er tað serliga ætlað monnum. Týskvøld og hóskvøld eru serliga ætlað kvinnum.
Ein av luttakarunum er Ragnar Mouritsen. Hann letur sera væl at átakinum.
- Umframt at renna og sparka eitt sindur, so hevur tað sosiala eisini nógv at siga, sigur hann í samrøðu við FSF Varpið.
Varpið hjá FSF hitti Ragnar eitt kvøldið í juni mánað, og sum tað sæst á myndunum, so hevur heilsufótbólturin í Hoyvík góða undirtøku.
Afturat FC Hoyvík, so eru tað fyribils seks onnur feløg – AB, B71, EB/Streymur, FC Suðuroy, ÍF og TB, ið skipa fyri regluligum heilsufótbólti hvørja viku. Í Vestmanna skipar kommunan fyri heilsufótbólti í skúlagarðinum týskvøld og hóskvøld klokkan 19.
Nærri kunning um stað, tíðir og samskiparar sæst H E R
Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo