Skálamenn vunnu sera sannførandi kappingina í næstbestu deildini. Skála vann 70 stig og var 13 stig undan NSÍ, sum eisini flutti upp. Harvið var steðgurin hjá Skála á hesum sinni í næstbestu deildini eitt ár.
Tað er greitt, at Pauli Poulsen eisini í 2024 verður venjari, og at Bogi Gregersen og Per Mikkelsen vera hjálparvenjarar.
Tað er eisini greitt, at Steffan Gaard fer at halda fram sum málmansvenjari, og í dag boðar Skála frá, at Ragnar Lindholm verður ein av skálamálverjunum í 2024.
Ragnar hevur higartil fyri tað mesta spælt við barndómsfelagnum B68, men hann er ikki heilt ókendur á Skála.
Fyrsta dystin í 2023 vardi Ragnar málið hjá Skála ÍF í samband við at felagið manglaði ein málmann. Tá spældi Skála á Sandi, og Ragnar og hinir fóru um Skopunarfjørð aftur við 2-0 sigri.
-Vit fegnast um at hava Ragnar við okkum og ynskja honum vælkomnum til felagið, sigur Jóannes A. Prestá, formaður í Skála Ítróttarfelag.
Ragnar Lindholm er 30 ára gamal, og sambært faroesoccer.com hevur hann spælt 30 dystir í bestu landskappingini, fimm í kappingini um løgmanssteypið og 87 dystir í 1. deild. Burtursæð frá dystinum í fyrsta umfari í ár, tá ið hann vardi skálamálið á Sandi, hevur hann umboðað barndómsfelagið B68.