Ongi úrslit

Ragnar er nýggjur formaður í Læknafelagnum

Ragnar Djurhuus Hammer, yvirlækni og serlækni í psykiatri, varð á eykaaðalfundi 22. mars valdur til nýggjan formann í Læknafelag Føroya

Frá vinstru: Aksel Berg, Rói á Kósini, Turið Johannesen, Ragnar D. Hammer, Shahin Gaini og Niclas H. Eysturoy
Læknafelag Føroya
25. mars 2025 kl. 14:55

Læknafelag Føroya hevur á eykaaðalfundi leygardagin 22. mars valt Ragnar Djurhuus Hammer, yvirlækna og serlækna í psykiatri, sum nýggjan formann í Læknafelag Føroya.

Læknafelag Føroya er móðurfelagið fyri tær tríggjar súlurnar hjá læknum í Føroyum, Yngri Læknar Føroyar, Kommunulæknafelag Føroya og Serlæknafelag Føroya.

Í Yngri Læknar Føroyar eru tað yngri læknarnir Aksel Kambsskarð Berg og Eyðbjørg K. Gaard, sum eru formaður og næstforkvinna.

Í Kommunulæknafelag Føroya eru tað kommunulæknarnir Turið H. Johannesen og Rói á Kósini, sum eru ávíkavíst forkvinna og næstformaður.

 

Í Serlæknafelag Føroya eru tað Shahin Gaini, professari og yvirlækni í infektiónsmedisin, sum er formaður, meðan Niclas H. Eysturoy, yvirlækni í ortopædkirurgi, sum er næstformaður.

Nevndin í Læknafelag Føroya stendur av formonnum/kvinnum og næstformonnum/kvinnum í øllum trimum súlunum.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

Í gjár kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39