RAF aftur verið á flogið í dag og fylgt russiskum flogførum

Annan dagin á rað hava stríðsflogfør hjá bretska Royal Air Force verið á flogið og fylgt fýra russiskum hernaðarflogførum, sum nærkaðust bretska loftrúminum

Sigurjón Einarsson
3. februar 2022 kl. 15:13

Aftur í dag hevur ávaringarskipanin hjá bretska Royal Air Force ljóða, nú russar – annan dagin á rað – flúgva nærhendis bretskt loftrúm.

Sky News skrivar, at aftur í dag eru Typhoon-jagaraflogfør send at elta nøkur flogfør, sum nærkaðust bretska økinum. Typhoon-stríðsflogførini lættu, eins og í gjár, frá RAF Lissiemouth-støðini í Moray, og seinni kom eisini eitt Voyager luft-til-luft-áfyllingarflogfar frá RAF-støðini Brize Norton í Oxfordshire.

Sambært Reuters, vóru russisk bumbuflogfør á flogið yvir altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavi.

Eitt talsfólk fyri RAF vil ikki nakrar viðmerkingar til bretskar miðlar, eru stuttu boðini frá bretska Royal Air Force. Men RAF váttar tó, at hendingin vestanfyri Hetland í gjár var í samband við at fylgja fýra russiskum Bear-bumbuflogførum burtur úr bretskum øki. Flogførini vóru tó ongantíð inni í bretska loftrúminum.

Her er videoupptøka frá russisku verjuni frá hendingini í gjár, tá bretsku Typhoon-stríðsflogførini fylgdu russisku flogførunum úr bretskum “áhugaøki”: