Rættleiðing til rætting frá Roðanum

Í rætting frá Roðanum um vikuskiftið verður sagt, at Kringvarpið hevur borið skeivar upplýsingar, tá sagt varð í kommunuvalsending okkara Kom á Val, at 40 fólk stóðu á bíðilista til búpláss á Roðanum í januar 2024.

Katrin Petersen
5. november 2024 kl. 12:32

Talan er ikki um eina skeiva upplýsing, men um eitt tal, sum Roðin hevur upplýst fyri Kringvarpinum 15. Januar 2024, í sambandi við eitt spurnarumfar, har øll eldrasamstørv vórðu spurd um bíðilistar. Tískil er heldur ikki rætt, sum rættingin segði, at eingin hevur spurt Roðan um tøl hesum viðvíkjandi.  

Ì teldupostinum, sum KvF fekk frá varaleiðaranum á Roðanum verður upplýst, at 41 fólk vóru á bíðilista til búpláss, og av hesum vóru 10 á einum bráðfeingislista.  

Í sendingin verður tosað um hetta, at eldri fólk møguliga skulu vera heima sum longst fyri at bøta um starvsfólkatrot og trot á búplássum, og sostatt útseta løtuna, tá tey flyta á ellisheim. Magnus Rasmussen verður spurdur um tey 40, sum standa á bíðilista til Roðan, skulu vera verðandi heima longri?

Hetta er ein heilt legitimur spurningur.

Roðin upplýsti í januar, at tað eru fleiri á listanum, sum ikki hava ein reellan tørv á búplássi nú. Eini 10 standa á einum bráðfeingis lista. Men tá vit nevndu talið 40 í sendingini, var also talan um samlaða listan yvir tey, ið ynskja búpláss á Roðanum. Eins og upplýst varð okkum í januar frá stovninum sjálvum.

 

Katrin Petersen, tíðindaleiðari, KvF