Rættindini vera tey somu í Grønlandi
Føroyar og Grønland hava skrivað undir avtalu um sínámillum fiskiveiðurættindi í 2024
Jóannes Hansen
1. desember 2023 kl. 19:42
Føroysk skip kunnu í 2024 framhaldandi fiska tilsamans 2.500 tons av toski í grønlendskum sjógvi við 50 tons av kalva sum hjáveiðu. Brosmukvotan verður samanlagt 375 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi eru 325 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi. Royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland er 500 tons. Harumframt verður møguleiki hjá føroyskum skipum at luttaka í royndarfiskiskapi eftir toski og øðrum botnfiski og -djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi.
Hetta er greitt eftir at Føroyar og Grønland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðurættindi fyri 2024