Í ár verður forsetaval í USA, men hesar dagarnar situr ein av fremstu valevnunum sum ákærdur í rættinum. Talan er um Donald Trump, hvørs rættarmál um sokallaðar hússj-pengar byrjar av álvara í dag, skrivar DR.
Seinastu viku vórðu teir 12 nevningar valdir, sum skulu taka støðu til um fyrrverandi, og møguliga framtíðar, forsetin er sekur. Men hvat akkurát er hann ákærdur fyri?
Ákærurnar móti Donald Trump
Tá ið Donald Trump kappaðist í forsetavalinum í 2016, hótti porno sjónleikarinnan Stormy Daniels við at fortelja um tá ið hon og valevnið høvdu sex. Av ótta fyri at hetta skuldi vraka valið fyri Trump, rindaði advokatur hansara henni $130.000 fyri at tiga - sokallaðir hússj-pengar.
Advokaturin, Michael Cohen, er longu dømdur í málinum. Spurningurin er nú, hvussu stóran leiklut Donald Trump sjálvur hevur í málinum. Hann flutti Cohen peningin sum fór víðari til Daniels, og bókaði tað sum advokat-útreiðslur.
At geva Daniels pengar fyri at tiga er ikki ólógligt. Tað sum Donald Trump konkret er ákærdur fyri, er roknskapar svik tá ið hann bókaði flytingina sum advokat-útreiðslur. Tað forklárar AP News.
Kann fáa avgerandi týdning fyri forsetavalið í USA
Donald Trump hevur fleiri rættarmál móti sær, men teir flestu verða ikki avgreiddir fyrrenn aftaná forsetavalið í november. Hesin er altso tann einasti, hvørs úrslit verður avgjørt áðrenn veljarar fara at taka støðu millum Donald Trump og Joe Biden.
Donald Trump hevur leingi sagt, at miðlar og onnur føra eina "heksa-jagstran" móti sær, og sigur tað sama um júst hesa sakina. Spurningurin er, um veljarar trúgva tí forkláringini og ikki lata seg ávirka, um hann verður dømdur. Ella um ein dómur verður endin á møguleikanum hjá Donald Trump at aftur gerast forseti í USA.