Rættarmálið móti Bolsonaro heldur fram týsdagin
Fyrrverandi brasilski forsetin er ákærdur fyri valdsmisnýtslu við at bera fram ósannindi um brasilsku valskipanina
Ragnar Sjúrðarson
23. juni 2023 kl. 14:57
Rættarmálið móti fyrrverandi brasilska forsetanum, Jair Bolsonaro, fer í gongd aftur týsdagin. Tað skrivar Reuters.
Rættarmálið byrjaði seinnapartin í gjár, har ákærin legði fram teirra mál. Eftir hetta var meiningin, at tað skuldi atkvøðast um Bolsonaro var sekur ella ikki.
Bolsonaro er ákærdur fyri at hava misnýtt vald sítt sum forseti við at bera fram ósannindi um valskipanina í Brasilia.
Um Bolsonaro verður dømdur sekur, kann hann blíva útihýstur frá brasilskum politkki í átta ár.
Jair Bolsonaro varð valdur til forseta í Brasilia í 2019, men tapti forsetavalið í 2022 móti 77 ára gamla Lula da Silva.