TÓFF endar við ræðufilmum. Síðsti dagur hjá TÓFF 2018 verður leygardagin 3. mars, og tað verður ein dagur, sum hevur ræðufilmir í miðdeplinum. Henda dag vera tríggir norðurlendskir ræðufilmir á skránni, og tveir ræðufilmsleikstjórar vitja.
Kl. 13.00
Det vita folket
Alex verður tikin uttan fyri hjá einum grønmetishandilsmanni og førd til eitt fongsul undir jørð. Staðið er ætlað óbodnum gestum, sum skulu vísast úr Svøríki. Eftirlitiskvinnan Viktoria (Pernilla August) stýrir hesum staði við 2. flokks fólkum við harðari hond, fyri at uppfylla egnan tørv. Alex ger av at flýggja. Kosta, hvat tað kosta vil. Filmurin er ein aktuellur ræðufilmur um makt og vald.
Kl. 17.00
Thorn
Gabriel Tzafka, leikstjóri fer at innleiða sýningina.
Nýggjur danskur filmur við Olafi Johannesen. Lisa og Jacob eru júst blivin gift. Sama kvøldið fara tey á brúðarferð. Lisa hevur lagt ferðina til rættis í loyndum, og Jacob veit onki um, hvat henda skal. Alt gongur eftir ætlanini, líka til tað gongur upp fyri Lisu, at hennara ætlan skaðar teirra kærleika, og at teirra trúgv verður broytt til ótta.
Kl. 19.00
I Remember You
Leikstjóri Óskar Thór Axelsson fer at innleiða sýningina.
Ein eldri kvinna hongir seg í eini kirkju. Ein syrgjandi pápi leitar eftir sannleikanum um son sín, sum er horvin. Trý ung fólk seta í gongd í óhugnaligari megi, tá tey seta eitt hús í stand, eingin býr í, á eini fjarðari oyggj. Tey vita tað ikki, men øll eru bundin at eini gamlari gátu, sum førir til skelkandi yvirnáttúrligar tilburðir.
Meira kann lesast her.