Ráðstevna um vaksandi áhugan stórveldini sýna fyri Føroyum verður í dag

Í dag verður ráðstevna um vaksandi áhugan, sum stórveldini sýna fyri Føroyum í Arktis. Ráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum og nevnist “Føroyar ímillum stórveldini!”

Sigurjón Einarsson
24. september 2021 kl. 11:57

Seinastu árini hava bæði Kina og USA sýnt Føroyum óvanliga stóran áhuga: Einfalda avgerðin um veitara av 5G-netinum í Føroyar gjørdist til eitt stórmál í altjóða politikki, har USA og Kina sendu síni sendifólk til Føroya í fleiri umførum.

Somuleiðis er aftur áhugi at seta upp ein lofteftirlitsradara í Føroyum, tí eygu skulu haldast við ferðsluni í føroyska og GIUK-økinum.

Á ráðstevnuni verða millum annað hesir høvuðsspurningar reistir:  

1.           Hví eru størstu og valdsmiklastu tjóðirnar brádliga eru so áhugaðar í Føroyum?

2.           Hvørjar avbjóðingar og møguleikar hava Føroyar av áhuganum og trýstinum frá                  stórveldunum?

3.           Hvørja ábyrgd hava Føroyar í sambandi við verjuna av okkara øki?

Framløgur verða frá politikarum, myndugleikum og granskarum innan altjóða trygdar- og verjupolitikk, ið koma at lýsa, hvussu vaksandi áhugin fyri arktiska økinum beinleiðis og óbeinleiðis kemur við nýggjum avbjóðingum og møguleikum.

Ráðstevnan á Hotel Føroyum byrjar klokkan 13, og tað er javnaðarflokkinum á Fólkatingi, ið skipar fyri ráðstevnuni.

Tað verður eisini møguligt at stroyma frá ráðstevnuni á hesari leinkjuni (NÝTT LEINKI):