Ráðstevna um býarplanlegging í Runavík 23. november

Hvat skapar ein góðan bý? Hvat hendur millum húsini sum ger at fólk trívast?

Innsent
9. november 2017 kl. 16:14

 

Hetta er heiti á ráðstevnu sum Runavíkar kommuna skipar fyri saman við Nordic Innovation 23. november 2017. Fyrilestrahaldarar, sum allir taka støðið í evninum, verða Flemming Borreskov frá Catalytic Society, Birita Wardum frá Tórshavnar kommunu og Mikkel Thams Olsen frá White Arkitektum.

Umframt hetta fer Andras Róin frá Bústøðum at greiða frá teirra royndum higartil við bygging av íbúðum, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu fer stutt at greiða frá visiónunum fyri Runavíkarøkið í framtíðini.

Málið við ráðstevnuni er at seta fokus á týdningin av fjølbroyttari burðardyggari bústaðarbygging. Og á týdningin av at hava eitt breitt samspæl millum politikarar, umsiting, borgarar, arkitektar og aðrar fakbólkar í skapanini av ein góðan býi.


Ráðstevnan er fyri innbodnum og tey sum kunna luttaka eru politikarar, kommunal umsiting, landsumsiting, limir í Arkitektafelagnum, Fróðskaparsetur Føroya, Bústaðir, byggifyritøkur og íleggjarar. 

Vinarliga vegna,
Runavíkar kommunu