Ráðstevna um aling

Fiskaaling skipar fyri ráðstevnu um aling í Føroyum 5. mars í ár. Endamálið er at menna vitan um aling og viðurskifti, ið hava at gera við aling og teir karmar, alingin virkar í

Sigurjón Einarsson
19. januar 2021 kl. 09:43

Ráðstevnan miðar eftir at savna granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.

- Vit vilja bjóða til eina ráðstevnu, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu vitan, sum hevur týdning fyri føroysku alivinnuna. Ella sum navnið sigur: Vitan til varandi aling, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling.

Á ráðstevnuni verður dentur lagdur á evni innan fyri burðardygga nýtslu av firðum, lús og um fiskavælferð. Eisini fer Rúni Dam frá Sp/f Avrik at leggja fram hagtøl og metingar um føroysku alivinnuna.

Ráðstevnan Vitan til varandi aling verður á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn, fríggjadagin 5. mars 2021 kl. 09.00-16.00. Vegna almennu tilmælini um frástøðu verður luttakaratalið avmarkað til í mesta lagi 70.

Tilmeldingarfreistin er 20. februar 2021.

Upplýsingar um tilmelding eru á heimasíðuni hjá Fiskaaling.

Kelda: Fiskaaling