Í døgunum 18. til 20. oktobur, verður altjóða ráðstevna í Havn. Tað er Svimjisamband Føroya sum skipar fyri, og evnið á ráðstevnuni er tað nýggjasta um, hvussu vit best læra fólk at svimja.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum umframt í svimjihøllini í Gundadali og stevnan er fyrst og fremst fyri er svimjivenjarar og lærarar í Føroyum og uttanlands.
Svimjisambandið sigur, at hetta er ein afturvendandi ráðstevna, sum er annaðhvørt ár og sum gongur upp á skift ímillum norðurlondini. Seinast hon var í Føroyum, var í 2012, tá ið eini 170 fólk vóru við.
Enn vita tey ikki um tað vera líka nógv fólk við hesa ferð, serliga eftir at ráðstevnurnar í 2020 og í 2022, vórðu avlýstar í kjalarvørrinum á koronu.
Á ráðstevnuni fara útlendskir serfrøðingar at greiða frá um, hvussu svimjiførleiki skal metast sum meira enn bara tað at duga at svimja. Teir fara at greiða frá um, hvussu góð svimjifrálæra kann skipast og um munin, sum er, tá ið lærdómurin úr svimjihylinum skal brúkast á sjónum.
Eisini koma umboð fyri evropiska svimjisambandinum til Føroyar at greiða frá tilmælunum frá hesum felagsskapi um, hvat góður svimjiførleiki er, og hvussu hann kann fáast.
Øll gransking bendir á, at tað er harðliga tiltrongt at betra um almennu svimjiundirvísingina, serliga nú, aftan á koronu, sigur Svimjisambandið.