Val áðrenn heystfrítíðina.
Tað er niðurstøðan hjá Radikala Vinstra-flokkinum í samband við minkafrágreiðingina, sum varð almannakunngjørd hósdagin.
Har var niðurstøðan, at instruksurin frá Mette Frederiksen, forsætisráðfrúu, í november 2020 var groft villeiðandi og heilt greitt ólógligur, tá hon kravdi at allir minkar í Danmark skuldu drepast.
Hinvegin var niðurstøðan hjá nevndini eisini, at Mette Frederiksen eftir øllum at døma ikki var greið yvir, at hon ikki hevði loyvi til at geva hesi boðini, og tað var – í fyrsta umfari í øllum førum – politiska bjargingin hjá henni og stjórnini.
Hetta var nevniliga orsøkin til, at stuðulsflokkarnir hjá stjórnini ikki tóku stuðulin aftur, men spurningurin var bara um eisini Radikali Vinstri-flokkurin fór at halda fast við stuðulin.
Andstøðan á Fólkatingi kravdi at ein advokatkanning skuldi gera av, um Mette Frederiksen kundi ábyrgdast og stillast fyri ein ríkisrætt, men fyri at hetta skuldi vinna frama var neyðugt, at onkur av stuðulsflokkunum hjá stjórnini stuðlaði hesum kravinum.
Tá allir hinir flokkarnir høvdu boðað frá, at teir ikki fóru at koppa stjórnini, so var bara Radikali Vinstri-flokkurin eftir, og tann avgerðin kom ikki fyrr enn eftir fundin hjá flokkinum í dag.
Men tá hon kom var hon eitt sindur øðrvísi enn væntað. Tí flokkurin stuðlar ikki andstøðuni í kravinum um advokatkanning, men hann stuðlar heldur ikki stjórnini fult og heilt.
Boðini frá Radikala flokkinum til Mette Frederiksen eru nevniliga, at hon skal skriva út val til Fólkatingið áðrenn 4. oktober, tá Fólkatingið kemur samanaftur.
Tað skrivar forkvinnan í Radikala Vinstra-flokkinum í einari drúgvari dagføring á sínum Facebook-vanga í dag. Har ger hon púra greitt, at hon heldur at tað her er talan um eina politiska kreppu, sum ikki kann loysast við advokatkanningum, og at tað er orsøkin til, at flokkurin ikki tekur undir við einari kanning.
Eisini mælir hon beinleiðis forsætisráðfrúuni til at útskriva val, sum skal haldast áðrenn Fólkatingið skal aftur til arbeiðis tann 4. oktober, og hendir tað ikki, so verður misálit reist móti stjórnini tann dagin, sum Fólkatingið kemur samanaftur.
- Tað er brúk fyri einari nýggjari byrjan, sigur Sofie Carsten Nielsen.
Hvat Mette Frederiksen nú ger, hevur hon enn einki sagt um. Hon veit, at hon verður ikki koyrd frá, í øllum førum ikki fyrr enn 4. oktober, men hinvegin veit hon eisini, at hon tá verður koyrd frá, um hon valið ikki tá er hildið. Og so veit hon eisini, at hon ikki skal ígjøgnum eina advokatkanning av tí sum hendi í november 2020.